Heðin krevur svar frá Marin Katrinu

Heðin krevur svar frá Marin Katrinu
Býráðsfundur verður í kvøld um at umraðfesta fíggjarætlanina, og tað tekur Marin Katrina Frýdal ikki undir við
 
27.03.2014 - 07:46

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, skal svara Heðini Mortensen, borgarstjóra, skrivliga fyri klokkan 10 í dag, um hon er við í breiðu samgonguni ella ikki.
 
Býráðsfundur verður í kvøld. Á skránni er umraðfesting av fíggjarætlanini hjá kommununi, sum Marin Katrina Frýdal úr  fyrr í vikuni ikki segði seg kunna taka undir við. 

Taka borgarstjóran av ræði

Ein dagføring av Sundsvegnum og ein útbygging av netinum hjá fjarhitafelagnum er strikað, og tað hóvaði Marin Katrinu Frýdal illa. Hon mælti øðrum býráðslimum til at taka Heðin Mortensen av ræði á býráðsfundinum í kvøld. 

Heðin Mortensen krevur í lesarabrævi at fáa skrivliga at vita fyri býráðsfundin í kvøld, um Marin Katrina Frýdal, - og vit endurgeva úr brævinum: "hevur virðing fyri og framhaldandi ynskir at vera partur av breiða samstarvinum, ella ikki."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439