Ikki bústaðarskylda í miðbýnum í Havn

Ikki bústaðarskylda í miðbýnum í Havn
Tórshavnar býráð kann ikki krevja av teimum, sum keypa hús frá kommununi í miðbýnum í Havn, at tey skulu búgva í húsunum
Tað skal ikki vera krav, at fólk, ið keypa hús frá Tórshavnar kommunu í miðbýnum í Havn, skulu búgva í húsunum, varð samtykt á býráðsfundi hóskvøldið
 
28.03.2014 - 16:00

Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið, tá bústaðarskyldan úti á Reyni og aðra staðni í miðbýnum, aftur var til viðgerðar.

Býráðið feldi fyrst eitt uppskot frá meirilutanum í Teknisku nevnd um at heita á landsstýrið um at útvega kommununum lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.

SÍ EISINI Tórshavnar Býráð vil hava bústaðarskyldu á Reyni

Meirilutin vísti á eitt løgfrøðiligt upprit hjá Løgdeildini hjá býráðnum, sum staðfestir, at kommunur hava onga heimild til at krevja bústaðarskyldu.

Seks atkvøddu fyri og sjey ímóti uppskotinum hjá meirilutanum í Teknisku nevnd.

Mæltu frá lógarheimild

Síðani samtykti býráðið eitt uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, sum mælti frá at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selur í miðbýnum í Havn.

Níggju atkvøddu fyri og ein ímóti. Tríggir býráðslimir atkvøddu ikki fyri tí uppskotinum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælti frá at heita á landsstýrið um at útvega kommununi lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558