Havsbrún fingið nógvan fisk

Havsbrún fingið nógvan fisk
Havsbrún hevur higartil í ár tikið ímóti umleið 50.000 tonsum av uppsjóvarfiski
 
07.04.2014 - 11:15

Havsbrún miðar eftir at fáa eitt líka gott ár, sum í fjør, tá virkið tók ímóti 160.000 tonsum.

Christian í Grótinum er júst liðugur at landa, og Fagraberg liggur og bíðar eftir at sleppa framat at landa. Tað er svartkjaftur, sum Hasbrún hevur fingið frá føroysku skipunum, og harumframt hevur virkið fingið nakað av havgølti frá útlendskum skipum.

Havsbrún tók ímóti 160.000 tonsum í fjør. Tað var munandi betri enn í 2012, tá virkið bert fekk 47.000 tons av fiski.

- Tað árið var sera vánaligt, sigur stjórin, Odd Eliasen. Hann sigur seg vóna, at virkið í minsta lagi fær líka stóra nøgd í ár, sum virkið fekk í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576