Tunlarnir nærkast

bannari
Tunlarnir nærkast
29 tinglimir atkvøddu fyri at gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Fýra tingfólk vóru ikki í tingsalinum
 
09.04.2014 - 08:59

Tveir undirsjóvartunlar fyri slakar tvær milliardir krónur eru komnir eitt stig nærri fyrsta skotinum.

Tað hendi í løgtinginum í gjárkvøldið. Klokkan eitt korter til átta boðaði løgtingsformaðurin til atkvøðugreiðslu.

Fýra løgtingsfólk vóru ikki hjástødd, tá atkvøtt varð.

Og tingmál nummar 77, tað eitur "Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy."

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði uppskotið fram tann 12.februar.

Triðja og seinasta viðgerðin verður á tingfundinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659