- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðamannaskip koppað
Ferðamannaskip koppað
Eitt suðurkoreanskt ferðamannaskip við 459 ferðafólkum er í morgun koppað. Fyribils eru bert tvey deyðsføll staðfest.

Kelda: www.vg.no
16.04.2014 - 11:40
Men nærum 300 fólk eru enn ikki funnin, av bjargingarfólkum, sum enn ikki hava fult yvirlit ella tamarhald á støðuni.
Flestu ferðafólkini vóru ungir suðurkoreanar á veg til oynna Jeju, ið koreanar vanliga ferðast til at halda frí. 324 av ferðafólkunum vóru næmingar av einum studentaskúla í býnum Ansan, sunnanfyri koreanska høvuðsstaðin Soeul.
Óhappið hendi 20 kilometrar úr landi.
Amerikanska sjóverjan hevur skip í Suðurkoreanskum sjógvi, og tað hevur fingið boð um at hjálpa til við leitingini við tyrlum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























