- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á gáttuni til borgarakríggj

Sambært fleiri altjóða tíðindastovum, sendi ukrainska fyribilsstjórin stríðsvognar fyrrakvøldið ella í gjár at niðurberja uppreiðstrarfólkini í russiskt-talandi eystara partinum av landinum.
Uppreistrarfólk hava seinastu dagarnar hertikið fleiri stjórnarbygningar í Ukraina, millum annað ein flogvøll. Men tað eydnaðist stjórnarherinum at taka flogvøllin aftur í gjár.
Uppreistrarfólk í stríðsvognum
Men í morgun koyrdu umleið 100 uppreistrarfólk á fleiri stríðsvognum inn í miðbýin í býnum Kramatorsk við russiskum fløggum.
Hernaðartyrlur frá ukrainska herinum hava verið á varðhaldi, men fyribils hava ongar fráboðanir verið um samanbrestir millum stjórnarherin og uppreistrarfólkini í miðbýnum í Kramatorks.
Putin ávarar Merkel um borgarakríggj
Vladimir Putin tosaði sambært russisku tíðindastovuni Itar-tass i gjár við Angelu Merkel, ríkikanslara í Týsklandi. Hann ávaraði um, at stórur vandi er fyri borgarakríggi i Ukraina.
Angela Merkel og fleiri europeiskir stjórnarleiðarar hava seinastu vikurnar ávarað Russland og Vladimir Plutin við tiltøkum, um Russland blandar seg í stríðið í Russlandi.
Hildið verður, at Russland stuðlar uppreiðstrarfólkunum í Eysturukraina. Russland hertók fyri stuttum ukrainsku Kriimhálvoynna.
Samráðinga verða í morgin
Eftir ætlan skulu stjórnarleiðarar úr Russlandi, USA, ES og Ukraina hittast til samráðingar í Geneve í morgin, í eini roynd at finna friðarliga loysn uppá kreppuna. Men russar hava hótt við at geva avboð.
- Um Russland heldur seg hava meira at missa, enn teir kunnu vinna í samráðingunum, so kann tað lættiliga henda, at russar ikki vilja samráðast, sigur Henrik Breitenbauch, granskari við danska blaðið Politiken.


























