Peningafalsan í Grønlandi

Peningafalsan í Grønlandi
Í Grønlandi er ein maður handtikin fyri at hava brúkt falsaðar pengar
 
19.04.2014 - 09:52

Løgreglan í Nuuk hevur avdúkað, at falsaðir pengar eru í umferð har. Tað skrivar Sermitsjakk. 

Maðurin, sum nú er í varðhaldi, hevur serliga brúkt falsaðar 1000 krónuseðlar á matstovum. Løgreglan heitir av somu orsøk á handilsfólk um at vera ansin, tá tey taka ímóti pengum, tí falsaðir pengaseðlar eru enn í umferð í Grønlandi. 

Løgreglan sigur í fráboðan, at tað kann vera torført at skyna mun á følsku pengaseðlunum og teimum veruligu. Tað er enn ikki greitt, hvussu nógvar pengar, talan er um.

Í Grønlandi brúka tey danskar pengaseðlar, sum føroyskir handlar eisini taka ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV