ES fegnast um íslendska kvotu

ES fegnast um íslendska kvotu
Ísland fekk sær ikki størri kvotu enn landið kravdi í samráðingunum
Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, bjóðar Íslandi til samráðingar um makrel
 
24.04.2014 - 14:31

Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, fegnast um, at Ísland ikki ásetti sær størri makrelkvotu enn Ísland kravdi í samráðingunum millum strandarlondini.

ES og Ísland samdust í fjør heyst um, at Ísland eigur 11,9 prosent av heildarkvotuni. Heildarkvotan av makreli í ár er ein millión og 240.000 tons, og íslendska kvotan er góð 147.500 tons.    

Helene Banner, talskvinna hjá Mariu Damanaki, sigur í dag, at Ísland er framvegis vælkomið upp í fimm ára semjuna, sum ES. Føroyar og Noreg gjørdu fyrr í ár uttan um Ísland.  

ES mælir Íslandi til at koma aftur til samráðingar sum skjótast.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213