Dregur gørnini hjá Anitu í tingið

Dregur gørnini hjá Anitu í tingið
Jacob Vestergaard skal svara um nógvu gørnini hjá Anitu og um eftirlitið hjá Vørn
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, undrast á, at Anita kundi hava 1400 gørn, uttan at Vørn varnaðist tað
 
01.05.2014 - 09:54

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, undrast á, at garnaskipið Anita kann hava fiskað við gørnum, ið eru tríggjar ferðir so nógv í tali, sum skipið hevur loyvi til uttan at fiskeiveiðieftirlitið hevur avdúkað, at so er.

Tí hevur Kári Højgaard sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, eina røð av spurningum.

Kári P. Højgaard spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur eftirlitið vera nøktandi, tá eitt skip við loyvi til 1400 gørn av tilvild ella av óhappi verður avdúkað at fiska við meira enn trýfalt so nógvum gørnum.

Jacob Vestergaard verður eisini biðin um at upplýsa, hvussu ofta seinastu trý árini fólk hjá Vørn hava verið um borð á hvørjum av fiski-skipunum, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørnum, og um týðandi viðmerkingar eru gjørdar í dagbókina fyri hvørt skipið sær, tá eftirlit hevur verið umborð.

Kári Højgaard vil eisini hava at vita, hvussu nógv hvørt garnaskipið sær hevur fiskað tvey tey seinastu árini, hvar landað er, og um útlendingarnir umborð hava kravda trygdarskeiðið og Bláu Bók.

Kári P. Højgaard sigur seg seta fram spurningarnar, tí seinastu dagarnir hava prógvað, at óskil í longri tíð hevur valdað, tá tað kann bera til at fiska við fleirfalt so nógvum gørnum sum loyvt, aftrat tí, at nógvir ivaspurningar eru reistir um útlendska arbeiðsmegi á føroyskum fiskiskipum, sigur løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848