Eingir veddingarpengar til pensjónistar

Eingir veddingarpengar til pensjónistar
Men tað ber til at kanna seinni, um pensjónistar kunnu fáa av avlopinum hjá Ítróttarveddingini
Rættarnevndin hjá løgtinginum tók ikki pensjónistarnar við í pottin hjá Ítróttarveddingin á hesum sinni
 
01.05.2014 - 10:13

Tað lukkaðist ikki Landsfelagi Pensjónista at fáa Rættarnevndina hjá løgtinginum at broyta lógina um ítróttarvedding, so felagið fær fimm prosent av avlopinum hjá Ítróttarveddingini. 

Men Rættarnevndin sigur, at fær Ítróttarveddingin fleiri pengar av lógarbroytingini, sum nú er á veg,  eigur at bera til at kanna, um fleiri kunnu fáa burtur av avlopinum.

Tað verður kortini ikki í hesum umfarinum.

Lógarbroytingin, sum ein samd Rættarnevnd tekur undir við, fer at geva Ítróttarvedding heimild at gera avtalu við útlendsk eydnuspælsfeløg um at bjóða út eydnuspøl, so sum happadrátt, í Føroyum.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659