Samráðingarnar halda fram í dag

Samráðingarnar halda fram í dag
Klokkan 10 fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini aftur at samráðast um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fóru úr gildi 1. mai
 
05.05.2014 - 08:16

Fríggjadagin longdu partarnir sáttmálarnar til á midnátt í kvøld.    

Samráðingarnar byrjaðu fyrst í apríl, tá feløgini løgdu fram krøv síni. 

Í síðstu viku varð samráðst uttan steðg til mikukvøldið. 1.mai vóru ongar samráðingar. Men samráðingarnar vórðu tiknar upp aftur fríggjamorgunin.  

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at sáttmálarnir við arbeiðara-feløgini eru teir fyrstu, sum skulu gerast í nýggja samráðingar-umfarinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum. 

Úrslitið av hesum samráðingum er tí týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar, tí hesar samráðingarnar, sum nú eru, eru grundarlagið fyri øllum hinum. 

Partarnir hava longu gjørt avtalu um fráboðan um arbeiðssteðg. Verkfall ella verkbann skal fráboðast í minsta lagi 48 tímar frammanundan. 

Verður fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til á midnáttt. Tí vera millum 48 og 60 tímar frá tí, at verkfall ella verkbann er fráboðað, til tað byrjar.

Enn er tó eingin slík fráboðan komin, og Semingsstovnurin er ikki boðsendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659