Brandur lovar sigling alt árið

Brandur lovar sigling alt árið
Brandur Sandoy sigur, at sum samgongumaður tekur tú ikki undir við andstøðuuppskotum, uttan at vinna samgonguni neisur
 
08.05.2014 - 08:23

Í gjár atkvøddi tinglimurin og borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, ikki fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at játta pening, so Strandferðslan kann røkja sigling um Skopunarfjørð allar dagar í árinum. 

Og tað hevur fingið ilt í fleiri sandoyingar, við skrivligum viðmerkingum á teimum sosialu miðlunum. Hóast Brandur Sandoy atkvøddi ímóti at játta pengar til sigling alt árið, lovar hann kortini nú á Sandoyarportalinum, at hann fer at arbeiða fyri, at siglt verður um fjørðin allar dagar í árinum. 

Sandoyartinglimurin sigur, at tá tú situr í samgongu, tekur tú ikki undir við andstøðuuppskotum, uttan einasta endamálið er at vinna samgonguni neisur. Tað gevur sjáldan úrslit í longdini, sigur hann, og tí atkvøddi hann ímóti. Brandur Sandoy leggur afturat, at Páll á Reynatúgvu hevur sitið í samgongu í seks ár, harav tvey ár í landsstýrinum, men kortini ikki megna at loyst málið um at sigla alt árið.

1,8 mill. kr.

Tað var annars Páll á Reynatúgvu, saman við Sirið Stenberg, sum legði uppskotið fram, ið skuldi fáa løgtingið at játta 1,8 milliónir kr., so strandfaraskipini sigla hvønn dag í árinum. Tá atkvøtt varð um uppskotið í gjár, fall tað, tí bert níggju tinglimir vóru fyri og 14 ímóti. Millum teirra, sum atkvøddu ímóti, var Brandur Sandoy. Hin sandoyartinglimurin í samgonguni, Gerhard Lognberg, var ikki við í arkvðugreiðsluni

Kommunurnar í Sandoynni nýttu annars 20.000 kr. um páskirnar,  so Froyur kundi sigla ímillum Skopun og Gomlurætt langa fríggjadag og páskadag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328