Kjakið: Eurovision, ein pallur fyri tolsemi

Kjakið: Eurovision, ein pallur fyri tolsemi
- Hetta er ein sigur fyri øll, ið vilja hava frið og frælsi, segði Conchita, kvinnan við skegginum, tá hon vann Eurovision kappingina leygarkvøldið
Eysturríska kvinnan við skegginum í gullregni, tá hon vann Eurovisionkappingina leygarkvøldið
Mynd: DR  
 
13.05.2014 - 16:11

Kjakið í kvøld verður eitt orðaskifti um hvønn týdning tað hevur, at ein drag queen vinnur Eurovision sangkappingina. Eysturríska Conchita Wurts er ein maður í konufólkaklæðum, og hennara framførsla leygarkvøldið skakaði vanligu kynsmyndina og hevur elvt til kjak um allan heim.

Sunneva Háberg Eysturstein, LGBT'ari, og Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi og kjakari, skifta orð um hetta eftir Dag og Viku í kvøld.

Vertur er Liljan Weihe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744