Tættari samstarv í ríkinum

Tættari samstarv í ríkinum
Lættari at flyta ímillum londini
 
13.05.2014 - 15:15

Uppskotið hjá føroysku og grønlendsku fólkatingslimunum um at beina burtur markaforðingar í ríkisfelagsskapinum bleiv í dag einmælt samtykt á fólkatingi.

Samtyktin bindir donsku stjórnina og ráðini hjá stjórnini at eyðmerkja og burturbeina tvørleikar, sum borgarar í ríkisfelagsskapinum eru fyri, tá teir flyta um landamørk í felagsskapinum.

Afturfyri vil fólkatingið hava, at føroyskir og grønlendskir myndugleikarnir á sama hátt beina burtur tær forðingar, ið danir kunnu vera fyri, tá teir flyta millum londini.

Fyri føroyingar kann talan tildømis vera um danska p-talið, cpr-nummarið, sum mangan krevst fyri at sleppa fram at ymsum tænastum í Danmark.

Higartil hevur ikki borið til hjá føroyingum at fáa danskt p-tal, uttan at flyta til danska kommunu fyrst og síðani fáa viðurskiftini í lag.

Danski fíggjar- og innanríkisráðharrin hevur í hesum sambandi boðað frá, at tað ikki er nakar trupulleiki at loyva føroyingum, sum búgva í Føroyum, at fáa danskt p-tal.

Hetta kann gerast ein fyrimunur fyri føroyingar, sum til dømis skulu søkja um útbúgvingarstuðul, barnaansingapláss og annað í Danmark.

Eitt annað dømi, ið nevnt verður, er arbeiðsloysisstuðul til nýútbúgvin fólk, sonevndi dimitendsatsurin.

Ætlanin er nú at fáa broytt avtaluna millum Danmark og Føroyar frá 1993, so føroyingar við rætti til dimitendstuðul í donskum a-kassum, kunnu sleppa at søkja arbeiði í Føroyum uttan at missa rættin til danska stuðulin.

Afturfyri eigur føroyski landsstýrismaðurin í vinnumálum at gera eina føroyska dimitend-skipan, so eisini danskir statsborgarar fáa møguleika at flyta úr Føroyum til Danmarkar ella Grønland at søkja um arbeiði við føroyskum arbeiðsloysisstuðuli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870