Ymiskar veljarakanningar

Ymiskar veljarakanningar
Hóast tvær veljarakanningar eru gjørdar mestsum um somu tíð, so eru úrslitini ymisk
 
13.05.2014 - 10:25

Sambandsflokkurin missir níggju prosenstig og fýra tingfólk. Sambandsflokkurin missir 4,2 prosentstig og tvey tingfólk.

Tað siga tvær veljarakanningar.

Tað áhugaverda er, at tær eru gjørdar at kalla um somu tíð, fýra dagar eru ikki teir somu.

Men seks dagar spurdu báðar fyritøkurnar, sum gjørdu veljarakanningarnar, veljarar, hvønn tey høvdu valt, var løgtingsval júst tann dagin.

Kanningin, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri ting.fo, varð gjørd frá 22. til 30.apríl. 510 fólk svaraðu.

Kanningin, sum Lóður gjørdi fyri Sjúrð Skaale, varð gjørd frá 24.apríl til 2.mai. 535 fólk svaraðu har.

Kanningin hjá Gallup Føroyum vakti ans, tí Sambandsflokkurin misti so nógv samanborið við løgtingsvalið í 2011.

Men aðrir sjónligir munir eru eisini.

Sambært Gallup Føroyum var undirtøkan hjá Tjóðveldi 4,7 prosenstig størri síðst í apríl í ár enn 29.oktober 2011.

Men sambært Lóðri var hon bara 2,5 prosentstig størri.

Eisini undirtøkan hjá Miðflokkinum er ymisk. Miðflokkurin hevur tveir tinglimir. Sambært Gallup Føroyum fær hann ein afturat. Sambært Lóðri missir hann ein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328