Vinnunevndin fund í morgin

Vinnunevndin fund í morgin
Fleiri uppskot verða viðgjørd, m.a. at hækka veiðigjaldið og hægri játtan til serviðgerðir uttanlands
 
14.05.2014 - 10:25

Í morgin fer Vinnunevndin hjá løgtinginum at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum síðani 2008 hevur havt eftirlitið við vinnurekandi grunnum í Føroyum.

Tjóðveldi vil eisini hava lutin hjá Johan Dahl kannaðan.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, væntar, at nevndin fer at skriva álit um uppskotið hjá Johan Dahl í morgin. Nevndin fekk málið fríggjadagin.

Vinnunevndin hevur biðið tveir advokatar, sum frammanundan hava kannað Eik Grunnin, koma á fundin í morgin. Teir eru Eyðfinnur Jacobsen og Christian Andreassen.

Harafturat er Bjørn á Heygum, advokatur, biðin um at siga frá muninum millum eina grein 19 kanning, sum nú skal gerast, og kanningina, sum Skrásetingin bað Eyðfinn Jacobsen gera.

Tann kanningin bleiv ikki liðug, tí løgtingið vildi ikki lata fleiri pengar.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl hava eisini fingið fundarboð frá Vinnunevndini.

Vinnunevndin fekk uppskotið um havrannsóknarskip aftur fríggjadagin. Tað uppskotið fer nevndin at viðgera í næstu viku.

Løgtingsfundur verður síðst í mánaðinum, sum skilst 27.mai.

Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal eisini broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini í lógini, sum varð samtykt í fjør.

Hækkingin er til ummælis í Fiskivinnuráðnum, sum hevur fund 20.mai.

Uppskotið er at hækka veiðigjaldið fyri makrel 25 oyru, úr 75 oyrum upp í eina krónu, og veiðigjaldið fyri norðhavssild skal hækka úr 35 oyrum upp í 50 oyru.

Harafturat er uppskot um eykajáttan til serviðgerðir uttanlands væntandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839