Se og Hør-gølan: Eisini í Føroyum

Se og Hør-gølan: Eisini í Føroyum
Se og Hør hevði atgongd til fartelefon og visakort hjá Lars Løkke Rasmussen, tá hann var á vitjan í Føroyum.
 
16.05.2014 - 09:55

Í donsku fjølmiðlum koma alsamt fleiri søgur undan kavi í tí sokallaðu Se & Hør-gøluni, sum snúgva seg um, hvussu blaðið Se & Hør við, á ivasaman hátt, hevur fingið trúnaðarsøgur um kendar danskarar. Og hesar søgur nerta eisini við føroysk viðurskifti.

Í samrøðu við Danmarks Radio í gjár segði fyrrverandi Se og Hør journalisturin Ken B. Rasmussen, at Se og Hør fylgdi væl við fyrrverandi forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen, tá hann var á vitjan í Føroyum. Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu, og vitjar tí javnan í Føroyum. 

Fyri Danmarks Radio sigur fyrrverandi journalisturin Ken B. Rasmussen, at Se & Hør fylgdi við sms-boðum, tá Lars Løkke Rasmussen var á barr í Føroyum. Eisini var fylgt við í visakort-nýstluni hjá Lars Løkke Rasmussen, so tað bar til at síggja, hvat hann keypti, tá hann var í Føroyum. 

Danska løgreglan hevur gjørt húsarannsókn hjá Se og Hør, og hevur handtikið tveir journalistar í samband við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392