Anita fær veiðiloyvið aftur

Anita fær veiðiloyvið aftur
Hóast garnaskipið Anita fær veiðiloyvið aftur á middegi í dag, fer skipið ikki til fiskiskap. Føroya rættur skal fyrst viðgera ákærurnar
Garnaskipið Anita fær á middegi veiðuloyvið aftur. Skipið fer kortini ikki aftur til fiskiskap áðrenn Føroya rættur hevur viðgjørt ákærurnar móti reiðaríi og skipara
Mynd: KvF

19.05.2014 - 09:18

Vørn tók annan páskadag veiðiloyvið frá Anitu í fýra vikur. Anita verður tó liggjandi til Føroya rættur hevur viðgjørt ákærurnar móti reiðaríi og skipara. Tað segði Jens Andrias Winther, advokatur hjá reiðaríinum, sum eigur Anitu, við Útvarpið hósdagin.

Linda Hesselberg, ákæri, segði við Útvarpið 22.apríl, at talan er um sjey brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. Men hvussu nógvar ákærurnar verða, visti hon ikki hósdagin, tí tá var ákæruritið ikki liðugt.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/05/15/akaeruritid-moti-reidariinum-um-verda-k...Ákæruritið um at verða klárt

Ákæruritið verður latið Føroya rætti í hesari vikuni, segði Linda Hesselberg. Anita sleppur tó ikki at loysa, tá hon fær loyvið at fiska aftur á middegi í dag. Tí politiið hevur trygd í skipinum fyri bót, sakarmálskostnað og reiðskap, sum ákæruvaldið hevur lagt hald á.

Talan er um 2,4 mió. kr. Reiðaríið hevur ikki veitt bankatrygd fyri kravinum, og tí hevur politiið trygd í skipinum. Og Anita verður liggjandi, til Føroya rættur hevur viðgjørt málið, um tað ikki dregur alt ov nógv út, segði advokaturin hjá reiðaríinum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650