Fyribils niðurstøða um arbeiðsóhapp

Fyribils niðurstøða um arbeiðsóhapp
Var fallverja brúkt, hevði óhappið ikki verið so ógvisligt. Var nóg góð trygdarútgerð tøk og brúkt, hevði maðurin ikki fingið nevniverdan skaða
Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum tekjuna á bygninginum hjá Noma-Tek. Nú er Arbeiðseftirlitið komið við fyribils niðurstøðu
Mynd: KvF  
 
20.05.2014 - 09:04

Tað er fyribils niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum, sum hevur kannað arbeiðsóhappið í Havn tann 28. mars í ár. Ein 31 ára gamal timburmaður fekk stóran skaða, tá hann datt gjøgnum tekjuna á bygninginum hjá Noma-Tek.

Timburmaðurin var í ferð við at leggja ein dúk undir pláturnar við eitt ljósop í takinum. Hann er áhaldsin, stígur á dúkin, sum ikki ber vektina. Maðurin dettur gjøgnum opið. Fallið er átta og ein hálvan metur.

Arbeiðseftirlitið var á arbeiðsplássinum eitt korter eftir, at tað fekk fráboðanina frá løgregluni. Tá staðfesti Arbeiðseftirlitið, at eingin fallverja var við opið í takinum. Heldur ikki var onnur verja brúkt, so sum trygdarselar ella pallur ella nót undir opinum.

Arbeiðið var ikki nóg væl fyriskipað

Fyribils niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at talan var um óhapp, sum kann henda. Men vantandi fallverja, girðing, við opið var beinleiðis orsøk til, at óhappið gjørdist so ógvisligt.

Var nøktandi útgerðin tøk og brúkt, hevði óhappið ikki havt nevniverdan skaða við sær, sigur Arbeiðseftirlitið. Trygdarselar vóru tøkir á takinum og aðra staðni á arbeiðsplássinum.

Umstøður vóru á takinum at festa trygdarselarnar, stendur í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitinum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í.

Sektaruppskot fyri brot á kunngerð

Í brævi til arbeiðsgevaran hjá timburmanninum, Smápartafelagið Búsetur, sigur Arbeiðseftirlitið, at tað fer at biða fútan geva Búsetri sektaruppskot fyri at bróta kunngerðina um arbeiðsumhvørvi.

Búsetur hevur sum arbeiðsgevari ikki røkt sínar skyldur. Í hoyringarskrivi sigur leiðslan í Búsetri, at hon er ikki samd við Arbeiðseftirlitið, tá tað sigur, at Búsetur ikki hevur hildið arbeiðsumhvørvislóggávuna til fulnar, tá óhappið hendi.

Búsetur grundgevur fyri tí í hoyringarskrivinum. Búsetur heitir umvegis advokat á Arbeiðseftirlitið um at umhugsa niðurstøðuna av nýggjum. Arbeiðseftirlitið hevur ikki tikið endaliga avgerð um málið enn, sigur Leivur Persson, deildarleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262