ZETA architects vunnu kapping: Havnará latast upp

ZETA architects vunnu kapping: Havnará latast upp
Uppskotið hjá ZETA architects vann kappingina um miðbýin í Havn. Nýtt mentanarhús skal gerast á Skálatrøð og íbúðir á Eystaruvág inn móti berginum
ZETA architects vann arkitektakappingina um at tekna miðbýin í Havn
Mynd: torshavn.fo

22.05.2014 - 14:35

ZETA architects skjóta millum annað upp at taka niður forðingar og avmarkingar í miðbýnum, eitt nú nakrar grótgarðar. Niðasti partur av Tinghúsvegnum verður lagdur um soleiðis, at Tinghúsið fær frægari atgongd, samstundis sum Vaglið fær eitt víðari og dámligari skap.

Við Vestaruvág er skotið upp at leggja nýtt mentanarhús á Skálatrøð. Saman við havnarlagnum skal hetta gerast eitt týdningarmikið rúm fyri mentan og list. Á økinum við Eystaruvág er skotið upp at byggja íbúðir inn móti berginum.

Íbúðirnar verða lagdar soleiðis, at gongt er út á grønar tekjur. Sama er galdandi fyri uppskotið á Skálatrøð, har lendið partvíst verður endurskapað, sum tað einaferð var - nú í nýggjum líki.

Havnará latast upp

Havnará skal eisini verða latin upp á ávísum strekkjum fyri at fáa gamla og tiltikna áartutlið aftur í miðbýin. Projektuppskotið til Steinatún er býarkent og leggur dent á at skapa eitt nútíðar býarrúm. Samstundis eru her fleiri onnur átøk, sum stuðla upp undir ætlanina.

Uppskotið vísir á eina ferðsluskipan, har tvær ljóskurvar, onnur beint eystanfyri og hin beint vestanfyri, gera tað lætt og trygt at ganga tvørtur um torgið.

Verandi bygningurin sunnan fyri Steinatún fær eftir uppskotinum eina opna stovuhædd, har gongt er gjøgnum bygningin, og skotið verður upp, at hann fær eina eyka takhædd við trappurúmi løgdum uttan á verandi bygningin.

Tær sveimandi hálvtekjurnar geva møguleika fyri, at fólk verða savnað undir tekjum, har tað verður turt. Eitt nú hjá teimum, sum bíða eftir bussi, samstundis sum tekjurnar binda saman bygningar og býarrúm, skrivar Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290