- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland fær lut í grønlendskum makreli
Ísland fær lut í grønlendskum makreli
Okkurt um helvtin av grønlendsku makrelkvotuni í ár er latin grønlendskum reiðaríum, sum hava samstarv við íslendingar. Tað skriva Fiskifréttir.

26.05.2014 - 09:12
Fýra ella fimm skip, sum hava verið íslendsk, ella íslendingar eiga í, hava fingið 48.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi.
Royal Greenland og dótturfeløg hava fingið 20.000 tons, Polar Seafood samtakið 18.000 tons og Arctic Prime Fisheries eigur 10.000 tons.
Millum skipini, sum fara at fiska makrel við Grønland í ár, er trolarin Skálaberg, sum eina ferð var skrásettur í Klaksvík.
Hann verður seldur úr Íslandi til Arctic Prime Fisheries.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























