Ófriður í Sambandsflokkinum

Ófriður í Sambandsflokkinum
Løgmaður hevur fingið at vita frá sínum flokki, at antin má Jørgen Niclasen fara frá, ella fer Sambandsflokkinum úr samgonguni
Løgmaður er komin í politiskar trupulleikar í sínum egna flokki, tí hann ikki vil koyra Jørgen Niclasen frá.
 
29.05.2014 - 10:53
Politiska støðan er spent, eftir atkvøðugreiðsluna í gjár um misálit á landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, har 3 samgongutinglimir atkvøddu fyri – harímillum tveir sambandstingmenn.
 
Løgmaður, sum var uttanlands í arbeiðsørindum, kom seint fyrrapartin í gjár á Rás2 við greiðum boðum um, at hann hevði fult álit á landsstýrismanninum, og at Sambandsflokkurin ikki tók undir við misálitnum.
 
Men greitt var, at løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum ikki hevði tamarhald á støðuni í tingbólkinum hjá sær. Stórir partar av Sambandsflokkinum vilja hava løgmann at koyra Jørgen Niclasen frá, men hetta vil løgmaður ikki.
 
Næstformaður í Sambandsflokkinum Johan Dahl royndi at fáa Sambandsflokkin í Løgtinginum at standa saman um at atkvøða móti misálitinum. Men tað lá í luftini, at so kundi løgmaður avgreiða støðuna við Jørgen Niclasen sum eitt samgongumál.
 
Í løgtinginum var nógv fundarvirksemi og royndu bæði Johan Dahl og Jørgen Niclasen sjálvur, at sannføra Helga Abrahamsen og Reimund Langgaard um ikki at taka undir við misálitinum. Men tað eyðnaðist ikki.
 
Tá atkvøðugreiðslan var, yvirlivdi Jørgen Niclasen við minst hugsandi meirluta, 17-16. Umframt teir báðar sambandstingmenninar, atkvøddi Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum eisini fyri misáliti á landsstýrismannin.
 
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, segði við útvarpið eftir tepra sigurin í tingsalinum, at samgongan hevur ein stóran trupulleika. Helgi Abrahamsen, sambandstingmaður segði eisini, at hann væl visti, at hetta fór at fáa eitt eftirspæl.
 
Seinni í gjárskvøldið varð Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum endurgivin á heimasíðuni in.fo. Sambært greinini var hann nú kúvendur í málinum , tí nú segði hann, at annaðhvørt má Jørgen Niclasen leggja frá sær ella má Sambandsflokkurin taka seg úr samgonguni. Johan Dahl varð eisini endurgivin fyri at siga, at løgmaður einki hevði gjørt við støðuna, hóast áheitanir um at fáa tamarhald á.
 
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum kom heim úr Íslandi eftir atkvøðugreiðsluna lendi mitt í dramatiska eftirspælinum á teimum ymsu heimasíðunum, sum allar høvdu eitt til felags: søguna um brunakenda tollmálið hjá Fólkaflokkinum, sum var endað sum ein stórur trupulleiki hjá einum syndraðum Sambandsflokki.
 
Beint fyri midnátt skrivaði løgmaður á facebook, at stórur partur av tí, sum skrivað var, var ósatt spinn, og hann legði so afturat:
"Eg veit at mín næstformaður hevur biðið tey rætta".
 
Johan Dahl hevur hinvegin váttað fyri In.fo, at Johan Dahl var rætt siteraður, tá hann segði, at valið stóð millum Jørgen Niclasen ella samgonguna. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532