- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forseti valdur í Egyptalandi

Hann fekk ikki færri enn 96 prosent av øllum atkvøðunum, sigur almenna egyptiska sjónvarpið. Sostatt valdu 21 milliónir fólk Sisi til forseta.
Mótvalevnið, Hamdeen Sabahi, fekk minni enn fýra prosent av atkvøðunum, og hann hevur viðurkent ósigurin.
Eygleiðarar úr ES-londum, sum fylgdu við valinum, siga, at tað varð hildið sambært lógini.
Áhugin fyri forsetavalinum í Egyptalandi var lítil, og tí var valið longt eitt samdøgur.
Sisi segði undan valinum, at málið var, at í minsta lagi 40 milliónir av teimum 54 milliónunum, sum høvdu valrætt, fóru á val. Men líkt er til, at bert 25 milliónir fólk valdu, og tað eru 47 prosent.
Tá Mohammed Mursi varð valdur til forseta í 2012, vóru 52 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, á vali.


























