135 fara í forskúla eftir summarfrítíðina

135 fara í forskúla eftir summarfrítíðina
Nú eru fimm forskúlar kring landið, og næsta ár kemur ein afturat
 
02.06.2014 - 08:11

Næsta skúlaár fara 135 børn at ganga í forskúla í Føroyum. Tað er tíggjunda hvørt barn í árganginum.  Fyri bara fýra árum síðani var ein forskúli í Føroyum. Nú eru teir fimm.

Skúlablaðið skrivar, at elsti forskúlin, tann í Sankta Frans skúla í Havn, er eisini tann størsti. Har vera 51 børn næsta skúlaár. Í Skúlaspíranum í Eysturkommunu vera 33 børn, á Argjahamri 30, á Skála 12 børn, og í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði vera níggju børn næsta skúlaár. 

Og skúlaárið 2015-2016 kemur ein forskúli afturat, hann verður í Runavík, skrivar Skúlablaðið.

Pedagogar lýst verkfall

Men í løtuni er ivasamt, hvussu verður við forskúlunum við skúlaársbyrjan. Pedagogfelagið noktar limum sínum at søkja størv í forskúlunum, og felagið hevur lýst verkfall í forskúlunum á midnátt sunnudagin 17.august. Orsøkin er ósemja við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønina hjá pedagogunum, sum arbeiða í forskúlunum. 

Sambært Skúlablaðnum er forskúlakunngerðin, sum kom fyri einum ári síðani, fyrsta formliga stigið at skipa samstarv millum lærarar og pedagogar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221