Samfylkingin fær helst borgarstjóran í Reykjavík

Samfylkingin fær helst borgarstjóran í Reykjavík
Samfylkingin gjørdist størsti flokkur á býráðsvalinum í Reykjavík í gjár
Dagur B. Eggertsson verður væntandi nýggjur borgarstjóri í Reykjavík
Mynd: RÚV  
 
02.06.2014 - 14:04

Alt bendir á, at Samfylkingin fær borgarstjóran í Reykjavík eftir kommunuvalið Í Íslandi í gjár.

Samfylkingin fekk sløk 32 prosent av atkvøðunum og fimm býráðslimir valdar. Sjálvstæðisflokkurin fekk 25,7 prosent og fýra sessir, Bjørt framtíð  og Framsókn fingu tveir sessir í part, og Vinstri-grønu og Píratar fingu ein sess hvør.

Dagur B. Eggertsson, formaður í Samfylkingini í Reykjavík, fer í dag at tingast við formenninar í Bjartari framtíð, Vinstru-grønu og Píratum um samgongusamstarv.

Dagur B. Eggertsson sigur, at umleið hálvan juni verður nýggj býráðssamgonga væntandi skipað í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659