Ferðsluóhapp: Bilverjurnar skulu broytast

Ferðsluóhapp: Bilverjurnar skulu broytast
Bilverjan á Sundi virkaði sum ein rampa, ið sendi bilin upp í loft
 
04.06.2014 - 10:24

Landsverk fer nú at broyta bilaverjurnar fram við vegunum fyri at bøta um ferðslutrygdina, eftir eitt ferðsluóhapp á Sundi fyrrakvøldið. Tað skrivar in.fo.
 
Trupulleikin er, at bilverjan gongur niður í vegin, og tá ið bilurin hetta kvøldið rakti verjuna, har hon fer niður í vegin, virkaði hon sum ein rampa, sum sendi bilin upp í loft. 

Landsverk sigur, at arbeitt verður áhaldandi fyri at bøta um ferðslutrygdina á landsvegakervinum.  

Beint út

Fyri 10 - 20 árum síðani stóð endin á bilverjunum beint út. Hetta elvdi til okkurt álvarsligt ferðsluóhapp, tá bilar rendu í endan á bilverjuni. Eftir hetta varð avrátt at føra endan á bilverjuni á skák niður í vegjaðaran, so áðurnevndi vandi var burtur, skuldi óhapp hent.

Men broytingin hevur borið við sær, at skráin undir óhepnum umstøðum kann virka sum rampa, tá ið bilur við nógvari ferð rennur á endan á bilverjuni.Nú tað kortini hava verið tilburðir, har hendan loysnin ikki altíð hevur verið nøktandi, verður bilverjan nú snarað burtur frá vegnum. Landsverk sigur við in.fo, at í stóran mun fer hetta at verða gjørt, tá ið nýggjar bilverjur skulu settast upp, ella gamlar verða umvældar.

Ov nógv glopp

Eisini verður víst á, at alt ov nógv glopp eru í bilverjuni.
 
- Hesum taka vit t á Landsverki undir við, tí best er at hava so samanhangandi bilverju sum gjørligt. Men neyðugt er eisini at taka onnur atlit, eitt nú atgongd til seyðarættir, seyðarakstur, jarðarteigar og annað í hesum sambandi, sigur Landsverk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602