- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freist at viðmerkja fíggjarviðurskifti longd

Vinnumálaráðið fekk tvær vikur afturat og Strandfaraskip landsins fingu eina viku afturat frá Landsstýrismálanevndini at koma við viðmerkingum um fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni í 2013.

Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð enn 14 dagar at svara Landsstýrismálanevndini, tí málið er rúgvismikið, og tað tekur drúgva tíð at gjøgnumganga málið av nýggjum og svara kæruni. Vinnumálaráðið hevur nú fingið freist til 18. juni.

Andstøðuflokkar kært fyrisitingina

Strandfaraskip landsins bóðu um eina viku afturat, millum annað tí nýggjur stjóri, Hilmar Eliasen, tók við á stovninum mánadagin. Strandferðslan hevur nú freist til 11. juni at svara.

Allir fýra andstøðuflokkarnir hava kært fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum landsins í 2013.

Floksformenninir, sum hava skrivað undir kæruna, vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum løgtingið fekk 1. mai.