Eitt samdøgur á intensivu kostar 24.250 kr.

Eitt samdøgur á intensivu kostar 24.250 kr.
Prísurin er tó bara galdandi fyri tey, sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð á sjúkrahúsunum í Føroyum
 
06.06.2014 - 08:04

Eitt samdøgur á intensivu deild í Føroyum kostar 24.250 krónur.

Neyva talið er nú komið at standa í kunngerðina um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð. Prísurin er tó bara galdandi fyri tey, sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð á sjúkrahúsunum í Føroyum.

Fólk, sum búgva í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð, og eisini eitt nú ferðafólk, har avtala er við sjúkrahúsini í heimlandi teirra um, at tey rinda fyri viðgerðina, ella tá millumtjóðaavtalur ella aðrar avtalur borga fyri ókeypis viðgerð.

Onnur gjøld, sum nú eru nevnd í kunngerðini, eru 1500 krónur fyri sjúkraflutning, og fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar og onnur er ómaksgjaldið 600 kr. um tíman.

Áðrenn kunngerðin varð broytt, stóð bara, at gjaldið samsvarar við útreiðslurnar, sum standast av viðgerðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040