Hava landað 77.000 tons aðrastaðni enn í ES

Hava landað 77.000 tons aðrastaðni enn í ES
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Nótaskipini hava selt 77.000 tons av makreli og sild á øðrum marknaðum enn ES, síðani handilstiltøkini vórðu sett í gildi
 
07.06.2014 - 16:14

Síðani ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum í august í fjør, hava føroysk skip fiskað sløk 45.000 tons av makreli og 55.000 tons av norðhavssild. Hetta eru stórar nøgdir, og neyðugt hevur verið at funnið nýggjar marknaðir og flutningsleiðir,

Sambært upplýsingum frá Hagstovuni eru tilsamans 77.000 tons av makreli og norðhavssild útflutt til aðrar marknaðir í hesum tíðarskeiðnum.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í einum svari til Høga Hoydal, løgtingsmann, sum setti løgmanni ein grein 52 spurning um málið.

Trupult at meta um kostnaðin

Løgmaður sigur, at tað er trupult neyvt at meta um, hvussu nógv tiltøkini hava kostað vinnuni. Tað veldst um, hvussu nógv hevði verið flutt út til ES-marknaðin, um handilstiltøkini ikki høvdu verið, og metingar um prís. Onnur atlit eru meirútreiðslur til flutning til ymisku marknaðirnar.

Landsstýrið hevur heldur ikki gjørt nakra ítøkiliga meting, hvussu stórur inntøkumissurin hevur, síðani ES stongdi marknaðin.  Av tí at landsstýrið hevur byrjað tvey gerðarrættmál í sambandi við handilstiltøkini, verður tað ikki hildið vera hóskandi at útgreina hesi atlit nærri, sigur løgmaður.

Stór eftirspurningur

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at eftirspurningurin eftir fiski er stórur, og áhugaverdir marknaðir eru aðrastaðni enn í ES. Eingin orsøk er at halda, at tað ikki eydnast vinnuni at varðveita hesar marknaðir ella at finna nýggjar - eisini í ár. Løgmaður vísir á, at semja er gjørd við ES og Noreg um makrel, og at føroysk skip kunnu fiska ein part av makrelkvotuni í ES-sjógvi og norskum sjógvi. ES-myndugleikar hevur eisini váttað, at makrelur - fiskaður í ES-sjógvi, undir ávísum treytum - verður ikki fevndur av handilstiltøkum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659