Heilsumálaráðharrar gjørt samstarvsavtalu

Heilsumálaráðharrar gjørt samstarvsavtalu
Karsten Hansen, landsstýrismaður sigur, at Føroyar, Ísland og Grønland stríðast við fleiri av somu avbjóðingum á heilsuøkinum
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
11.06.2014 - 08:07

Í gjárkvøldið skrivaði  Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum undir samstarvsavtalu við íslendska heilsumálaráðharran, Kristján Tór Júliusson og grønlendska landsstýrismannin í heilsumálum, Sten Lynge.

Talan er um fyrstu avtaluna av sínum slag ímillum londini.

Tað var Karsten Hansen, sum í 2012 tók stig til ein heilsufund ímillum ráðharrarnar um árið, fyri at styrkja og menna samstarvið ímillum londini.

Tríggir fundir

Triði fundurin var í vár í Føroyum, har m.a. talgilda heilsuskipanin varð umrødd, eins og flutningur av sjúklingum.

Karsten Hansen, landsstýrismaður sigur, at Føroyar, Ísland og Grønland stríðast við fleiri av somu avbjóðingum á heilsuøkinum, m.a. við somu avbjóðingum til at fáa manning til ymsu økini í framtíðini, tá talan er um sjúkugreinan og viðgerð, sum verður alt meira spesialiserað. Tí hevur tað týdning at samstarva, fyri at fáa sum mest burturúr, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391