Veljarakanning: Javnaðarflokkurin størstur

Veljarakanning: Javnaðarflokkurin størstur
Samgongan missir meirilutan, og Framsókn fær tríggir tingsessir, vísir kanning, sum Fólkaflokkurin hevur latið gera
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum sambært veljarakanningin hjá Fólkaflokkinum hevði verið størstur, var val nú
 
11.06.2014 - 08:24

Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur, Framsókn fær tríggjar tinglimir, og samgongan missir meirilutan.

Tað hevði verið støðan í løgtinginum, var val nú. Tað vísir ein meiningakanning, sum Fólkaflokkurin hevur latið gjørt, og sum Kringvarpið hevur fingið heldur á. 

Kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, varð gjørd um mánaðarskiftið apríl/mai, men er ongantíð almannakunngjørd. Í kanningini verður millum annað spurt um, hvønn flokk fólk velja, og so ymiskir spurningar um skatt, almenna geiran, pensjónsaldur og so framvegis.

Javnaðarflokkurin størstur

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin fær 25,6 av atkvøðunum og átta tinglimir. Hann er tann flokkurin, sum fær størstu framgongdina samanborið við seinasta løgtingsval. Tjóðveldi og Sambandsflokkurin liggja rættiliga javnir við ávikavist 20,8 og 20,5 prosentum av atkvøðunum. Hetta gevur teimum sjey tinglimir í part.

Fólkaflokkurin fær í hesari kanningini 17,4 prosent av atkvøðunum, og er tann flokkurin, sum missir mest samanborið seinasta val. Flokkurin fer úr átta niður í seks tinglimir.

Av smáu flokkunum er tað Framsókn, sum sær út til at fara at gera eitt gott val. Framsókn fær tríggjar tinglimir. Hetta er ein meira enn á seinasta vali.  Miðflokkurin hinvegin missir ein tinglim. Hann fekk tveir seinast, men fær bara ein eftir hesari kanningini.

Og Sjálvstýrisflokkurin missir sína umboðan í løgtinginum, sambært veljarakanningini hjá Fólkaflokkinum.

Samgongan missir meirilutan

Eftir hesari veljarakanningini hevði samgongan mist meirilutan, um val var í dag. Við teimum seks tinglimunum hjá Fólkaflokkinum, sjey hjá Sambandsflokkinum og tí eina hjá Miðflokkinum hevði samgongan bert fingið 14 tinglimir og altso mist meirilutan á tingi.

26 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey annaðhvørt høvdu valt blankt, at tey ikki høvdu farið á val, ella siga seg ikki vita, hvønn tey høvdu valt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477