- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eini 800 fólk vitjaðu Kringvarpið mentanarnáttina

- Mentanarnáttin eydnaðist ómetaliga væl. Nógv fólk komu niðan í Sortudíki um kvøldið at hyggja seg um og lurta eftir framførslunum, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á deildini Mentan. Hon samskipaði tiltøkini saman við Jóhann Mortensen, leiðslusamskipara, og Eyðfinni Jensen, tónleikasamskipara.
Serliga høvdu nógv hug at sleppa inn í nýggja studio, haðani sjónvarpssendingar verða sendar. Eini 10-12 fólk vóru í senn inni í sendirúminum, tá Bogi Godtfred hevði Teresu Turiðardóttir Kreutzman í Vangamyndini. Eisini fleiri fólk vóru í sjónvarpsstovuni, tá Gekkurin varð sendur.
Til tær tríggjar tónleikaframførslurnar við Mariusi, Gretu Svabo og Lenu og Niklasi vóru tilsamans eini 6-700 fólk. Til útgávukonsertina seinrapartin við Jensinu Olsen vóru áleið 150 børn og vaksin.
-Tað vóru nógv fleiri fólk enn vit høvdu roknað við, so vit kunnu ikki annað enn fegnast, tí Kringvarpið liggur jú uttan fyri miðbýin, har tað mesta hendir, sigur Barbara Samuelsen. Men, leggur hon aftrat, hetta vóru nakrir av okkara bestu tónleikarum og sangarum.
Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarpið hevur havt opið hús og framførslurnar á Mentanarnáttini. Leiðslan í Kringvarpinum fer nú at eftirmeta tiltakið.
-Tað er lítið at ivast í, at Kringvarpið verður við aftur á mentanarnáttini næsta ár. Nú hava vit roynt tað, og vita, hvat vit kunnu gera, og hvat kann gerast øðrvísi. Vit eru ein stovnur, øll húski gjalda til, og tí skulu vit sjálvandi bjóða Føroya fólki at koma inn og hyggja seg upp, eins og hava framførslur í høllini, staðfestir Jóhann Mortensen.



























