Uppskriftir: Oddvør'sa summarmorgunmatur

Uppskriftir: Oddvør'sa summarmorgunmatur
Summarmorgun vitjar Oddvør Skarðhamar
 
13.06.2014 - 10:18

Kikertrasalat við heslinøtum

2-3 fólk)

Til ber at nýta turrar kikertrar í staðin fyri kikertrar í dós. Men tá mugu tær liggja í bloti eina nátt, og síðani kókast ein tíma.

125 g av babyspinat

uml. 75 g av bønuspírum

1 dós av kikertrum

75 g av heslinøtukjarnum

1 tesk. av malnum spísskumman (rómverks kumman)

2 tesk. av karry

2 súpusk. av olivinolju

salt og nýmalið pipar

Hvítleyksdypp við kryddurtum:

2 dl av grikskari jogurt 10 %

1 hvítleyksbát

1 tesk. av karry

1 súpusk. av olivinolju

1-2 lógvar av feskum kryddurtum, t.d. persillu, grasleyk og basilikum.

1 tesk. av hunangi

Smakka til við salt og pipari.

Gularótabollar

20 bollar

25 g av geri

3 ½ dl. av lunkaðum vatni

3 dl. av jogurt naturel

1 spsk. av salti

1 spsk. av rørsukri

200 g av rivnum gularótum

½ dl. av graskerkjarnum

½ dl. av hørfræi

100 g av maismjøli

300 g av hveitimjøli

350 g av speltmjøli

Morla gerina út í lunkaða vatnið. Koyr síðan alt í uttan hveitimjølið, og elt blandingina væl saman. Síðan rørir tú hveitmjølið í - eitt sindur í senn. Elt deiggið heilt væl.

Legg eitt viskustykki yvir fatið, og lat ganga í 1 tíma. Hita ovnin til 175 hitastig.

Evna nú deiggið til 20 bollar og set á plátu. Lat bollarnar ganga í 15 min., og set inn í heitan ovn, í umleið 15 til 20 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523

Meira um sama evni