Lættari hjá útlendingum at arbeiða á sjúkrahúsum

Lættari hjá útlendingum at arbeiða á sjúkrahúsum
Nú kunnu læknar í londum, sum ikki eru í ES ella EFTA, verða løggildaðir at arbeiða í Føroyum

16.06.2014 - 08:47

Nú er lagaligari hjá sjúkrahúsunum í Føroyum at fáa útlendskar læknar til arbeiðis.

Millum tær 27 kunngerðirnar um løggildingar í heilsuverkinum, sum komu í gildi leygardagin, er ein um at løggilda læknar úr londum, sum ikki eru í ES ella EFTA. Nú er so lagaligari hjá sjúkrahúsunum at fáa læknar úr eitt nú Kanada, USA og India.

Fyrr skuldu læknar úr londum uttan fyri ES ella EFTA, sum komu til Føroya at arbeiða, læra danskt ella fáa undirvísing í danskari heilsulóggávu. Nú kann læknin velja, um hann fer upp til føroyska ella danska málroynd og roynd í føroyskari ella danskari heilsulóggávu.

Trupult at taka royndir

Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri Heilsumálaráðnum, at av og á hava útlendskir læknar hildið tað vera ein trupulleika at skula taka royndir í donskum máli og viðurskiftum fyri at arbeiða í Føroyum. Løggildingarlógin fyri Heilsuverkið kom í gildi í fjør heyst.

Sambært lógini fáa kiropraktorar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, optikarar og heilsurøktarar løggilding. Tær 27 kunngerðirnar, sum við heimild í autorisa-tiónslógini komu í gildi leygardagin, eru í høvuðsheitum um faklig krøv til heilsu-starvsfólk, sum Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, Sundhedsstyrelsen ella Statens Seruminstitut varða av

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985