Samráðingarnar um svartkjaft verða torførar

Samráðingarnar um svartkjaft verða torførar
Norðmenn geva Íslandi svartaper, tí íslendingar fiska ikki alla sína svartkjaftakvotu
Audun Maråk er stjóri í norska reiðarafelagnum
 
17.06.2014 - 07:50

Útlit eru fyri sera torførum samráðingum um svartkjaft í heyst.  

Líkt er til, at meðan Føroyar og ES tingaðust um føroysku sildakvotuna herfyri, nýtti ES høvið til at boða frá, at ES ikki longur góðtekur, hvussu ein annar upsjóvarfiskur verður býttur millum strandarlondini.

ES heldur seg fáa ov lítið av svartkjafti.

Felagið Nótaskip skrivaði á síni heimasíðu fríggjadagin, at ES hevur sagt upp verandi avtalu um býtið av svartkjaftakvotuni við kravi um størri part. Hetta er tó ikki alment váttað enn. 

ES og Føroyar standa saman

Norska fiskivinnublaðið Fiskaren viðgjørdi spurningin í gjár. 

Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, sigur við blaðið, at felagið hevur fingið ábendingar um, at ES fór at siga upp avtaluna um svartkjaftin.

Hann væntar, at ES eisini fer burtur úr sildaavtaluni millum strandarlondini, og ES og Føroyar fara at standa saman í samráðingunum um bæði svartkjaft og sild. Sambært Fiskaren setti Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, seg í samband við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, beint áðrenn, hann ætlaði at kunngera, at føroyska sildakvotan í 2014 bleiv 65.000 til 70.000 tons, 17 prosent sum í fjør.

Jacob Vestergaard hevur tó alla tíðina sagt, at føroyskan kvotan í ár bleiv minni enn 17 prosent, tí heildarkvotan er minkað. 

Samskiftið millum Mariu Damanaki og Jacob Vestergaard endaði við avtaluni um, at føroyska sildakvotan er 40.000 tons í ár , og ES-boykottið móti Føroyum verður afturkallað.

Men samstundis skal ES hava gjørt vart við, at ES vil hava meira svartkjaft.

Ísland fær svartaper

Alt bendir á, at tað verður meira enn torført at býta svartkjaftin í 2015. Tí Noreg heldur seg eisini hava ov lítið, sigur Audun Maråk. Og hann gevur Íslandi svartaper. Ísland fiskar ikki alla sína svartkjaftakvotu. Tí eiga Noreg, ES og Føroyar at fáa burtur av íslendska partinum, sigur Audun Maråk við Fiskaren.     

Føroyar hava formansskapin, tá strandarlondini fara at samráðast um norðhavssild og svartkjaft í heyst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751