Mette Frederiksen verður forsætisráðharri

Mette Frederiksen verður forsætisráðharri
Danski Javnaðarfokkurin hevur fyrireikað seg til, at Helle Thorning-Schmidt fer í leiðarastarv í ES, sigur politiskur eygleiðari
 
19.06.2014 - 14:29

Fer Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, í leiðarastarv í ES, verður Mette Frederiksen forsætisráðharri. Hon er í løtuni arbeiðsmálaráðharri

Tað sigur politiski redaktørurin í danska kringvarpinum, Uffe Tang.

Hann sigur, at sosialdemokratiski flokkurin hevur longu lagt ætlan fyri, hvat skal henda, um Helle Thorning-Schmidt fer til Brússel.

- Mette Frederiksen verður forkvinna í Javnaðarflokkinum, og hon fer í forsætisráðharrasessin beinan vegin. 

Á fund við Merkel

Í dag hittir Helle Thorning-Schmidt týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel. Hesin fundurin hevur aftur fingið ferð á gitingarnar um, at Thorning er á veg í eitt leiðarastarv í ES. 

Uffe Tang sigur, at í baklandinum í Javnaðarflokkinum syrgja tey ikki Thorning.

- Nógv javnaðarfólk hava leingi vónað, at hon fer at finna eitt gott starv uttanlands, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659