- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskriftir: Oddvør'sa glutenfría máltíð

Matpannukøkur við laksi, avokado og tomat - ein soltin máltíð, sum øll kunnu eta.

Pannukøku-omulett við grønmeti - uttan gluten

1 omulett

2 egg

2 súpusk. av mjólk

Frískt oregano, basilikum og deymkorru (koriander)

1 tesk. av salti

Nýmalið pipar

Jomfrú kokusolja at steikja við

1 súpusk. av loppufræskeljum

Fylla

Feskur, royktur vistfrøðiligur laksur

Avokado

Tomatir

Salat

Eitt vet av pesto

Karva kryddurtirnar smátt. Píska omulettuna saman. Tú kanst avgera tjúgdina við vætuni. Deiggið má ikki vera ov tunt. Lat deiggið hvíla í 10 min. Ímeðan gert tú fylluna tilreiðar. Steik hana síðan á báðum síðunum í lágum hita.

Skola væl og deil salatið í smærri stykkir. Sker tomatir og avokado í klænar flísar og sker laksin í smærri stykkir.

Tá omulettin er liðug, skalt tú køla hana eitt sindur av. Smyr síðan eitt lag av pesto (nýtist ikki) og luta salat, tomatir og avokadoflísarnar inn í saman við laksinum.

Pannukøku-omulettan riggar eisini væl at hava í matpakkanum.

Gularóta- og squash muffin – uttan gluten

150 g av dadlum

3 egg

1 dl av eyka jomfrúolivinolju

1/2 tesk. av natron

1/2 tesk. av bakipulvur

1/2 tesk. av salti

2 tesk. av kaneli

125 g av rivnari gularót

125 g av rivnari squash

175 g av rísmjøli

1 dl av mandlumjólk

Egg, dadlur og olivinolja verða koyrd í eina hvirlu. Restin av tilfarinum verður rørt í, og alt verður koyrt í ein smurdan form. Baka í 35 min. í 180 hitastigum í vanligum ovni, og í 170 hitastigum í ovni við luft.

Sitróntoppur

200 g av cashewnøtum verða settar á blot í 6-8 tímar

1 dl av sitrónsaft

2 súpusk. av jomfrúkokusolju

Rivið skal av eina vistfrøðiligari sitrón

3 súpusk. av agavesiroppi / flótandi hunangi

Stoyt vatnið av cashewnøtunum og blenda alt tilfarið, til tú kanst smyrja. Smyr sitróntoppin oman á kakurnar og pynta við nýrivnari gularót.