- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlit fæst ikki í fundarfrásøgn

Frágreiðingin um fundin millum Løgmansskrivstovuna, Innlendismálaráðið, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og Fíggjarmálaráðið um Eysturoyartunnilin er eitt innanhýsis arbeiðsskjal.
Og tí fæst ikki innlit í hana.
Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt eina kæru frá einum journalisti í Kringvarpinum um, at Fíggjarmálaráðið noktar at geva innlit í fundarfrágreiðingini.
Fíggjarmálaráðið vil bara siga, hvar og nær fundurin var og, hvør var á fundinum.
Innlit fæst bert í skjøl, ið vera flutt millum ráð
Sambært lógini um innlit fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis arbeiðsskjøl til egna nýtslu.
Fundarfrágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum er eitt slíkt innanhýsis arbeiðsskjal, sigur Løgtingsins umboðsmaður.
Og undantaksreglan er ikki galdandi, stendur eisini í niðurstøðuni.
Í fundarfrágreiðingini eru ikki upplýsingar um umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri skjøl í málinum um Eysturoyartunnilin, sum innlit annars eigur at verða latið í, sigur Løgtingsins umboðsmaður.


























