Kæran fer at taka tíð

Kæran fer at taka tíð
Tað fer at taka rúma tíð hjá Landsstýrismálanevndini at fáa greiðu á kæruni frá andstøðuni um, hvussu Jóhan Dahl, landsstýrismaður, umsat SSL í fjør
 
20.06.2014 - 11:06

Tað var fyrst í mai at allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu um fyrisitingina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni av  Strandfaraskipum Landsins í fjør.

Flokkarnir vísa til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum 1. mai 2014.

Løgtingsgrannskoðararnir siga millum annað, at tað als ikki er nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins hava verið ógreið og ikki nøktandi. Teir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað, góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið/landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Grannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar- og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum.

Skulu kanna, um stýrisskipanarlógin er hildin

Tí vilja andstøðuflokkarnir hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, um hann hevur hildið stýrisskipanarlógina, um hann hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan, um hann hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins, og um hann hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av málinum.

Freistin at svara er úti í dag

Vinnumálaráðið vildi hava longri tíð at svara Landsstýrismálanevndini, og longda freistin er úti í morgin. Landsstýrismálanevndin hevur fingið tilfarið frá Strandferðsluni, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini.

Nevndin hevur ikki sæð tey skjølini, men tey fylla tríggjar mappur, sigur Sirið Stenberg. Tá tilfarið frá Vinnumálaráðnum og landsstýrismanninum eru komin, fer nevndina at tosa um tey.

Fer at taka drúgva tíð at viðgera

Men talan er um nógv skjøl, so tað fer at taka drúgva tíð at viðgera málið.

Tá Landsstýrismálanevndin hevur gjøgnumgingið skjølini frá Strandferðsluni, Vinnummálaráðnum og landsstýrismanninum, skulu  kærararnir gera viðmerkingar til tilfarið, so talan er stórt drúgvt arbeiði, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851