Løgfrøðiligur ráðgevi: CIP-málið var á markinum

Løgfrøðiligur ráðgevi: CIP-málið var á markinum
Kanningarstjórin er farin at kanna málið um Skálafjarðartunnilin og CIP
 
23.06.2014 - 12:58

Kanningarstjórin Hans Gammeltoft-Hansen, sum løgtingið  í fjør setti at kanna málið um Skálafjarðartunnilin og CIP, hevur hesa vikuna innkallað fleiri persónar  at spyrja um teirra leiklut i tunnilsmálinum.

I morgun var tað Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgmanni, sum varð spurdur.

Løgmaður verður  kannaður, um hann hevur røkt sína eftirlitsskyldu í sambandi við, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, var bert fáar dagar frá at skriva undir avtaluna um tunnilin, at landsstýrismaðurin í fleiri umførum ikki legði øll skjøl í sambandi við málið fyri løgtingið, og at landsstýrismaðurin legði eina lóg fyri løgtingið, sum i stóran mun bygdi á loynilig skjøl, sum løgtingsfólk ikki sluppu at síggja.

Løgfrøðiligi ráðgevin hjá løgmanni greiddi yvirskipað frá, hvussu tey á Løgmansskrivstovuni tulka sína eftirlitsskyldu.

Fara ikki upp í mál

Hann segði, at tey á Løgmansskrivstovuni fara vanliga ikki upp í mál, sum hoyra til onnur aðalráð, tí hesi ráð hava sjálvi sína egnu løgfrøði. Tað er bert, tá "mál eru burtur úr vón og viti, at tey traðka til - ella, tá tað er serliga nógv politiskt rumbul," segði Sjúrður Rasmussen.

Eitt tílíkt dømi kundi verið, tá landsstýrismaðurin legði eitt uppskot fyri løgtingið, har landsstýrismaðurin hevði bundið seg til eina avtalu við privatar, soleiðis at løgtingsfólk ikki fingu allar upplýsingar.

Hetta var sera djarvt, segði Sjúrður Rasmussen, sum eisini segði, at hann hevði sjálvur - um hann kom í støðuna - ikki gjørt hetta.

Lá á markinum

Kanningarstjórin spurdi Sjúrð Rasmussen, um hann helt, at hetta kanska ikki bara var sera djarvt, men eisini ológligt. Tað tordi Sjúrður Rasmussen ikki at úttala seg um. Men hetta lá í øllum førum á markinum fyri, hvat vanliga skal til, áðrenn tey á Løgmansskrivstovuni sum eftirlitsmyndugleiki fara upp í málið.

Ráðgevin hjá løgmanni varð eisini spurdur um mannagongdirnar á Løgmansskrivstovuni. Um tey altíð røktu sína notatskyldu?

 Ráðgevin segði, at tað royndu tey eftir besta førimuni, tá tey høvdu fundir við onnur uttanfyristandandi. Men tá Sjúrður Rasmussen varð spurdur um ein teldupost, har ein telefonfundur millum løgmann og Rúna Róin úr CIP varð umrøddur, visti Sjúrður Rasmussen ikki, hvat hetta var fundur. Tað kundi koma fyri, at løgmaður ikki altíð skrivaði notatir frá fundum, tí løgmaður var ikki tann skrivliga typan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532