Nýggj fiskasløg eiga ikki at verða ovfiskað

Nýggj fiskasløg eiga ikki at verða ovfiskað
Fiskimálaráðharrar og landsstýrisfólk hava havt fund í Grønlandi
Fiskimálaráðharrarnir í londum við Norðuratlantshav eru samdir um at ansa væl eftir nýggjum fiskasløgum
Mynd: KNR  
 
23.06.2014 - 08:13

Fiskasløg, sum ikki hava verið í Norðuratlanthavi fyrr, men sum nú koma, tí veðurlagið broytist, eiga ikki at verða ovfiskað.
Um tað er semja millum ráðharrar og landsstýrismenn í londunum við Norðuratlantshav. Tey hittust á ráðstevnu í Grønlandi í síðstu viku. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, var við á ráðstevnuni.

Ansa eftir nýggjum fiskasløgum
Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, sigur við grønlendska kringvarpið, at londini eru samd um at ansa væl eftir nýggju fiskasløgunum í Norðuratlantshavinum og við Norðpólin. Londini eru samd um at fylgja tilmælunum hjá fiskifrøðingunum. Tað hevur ikki verið gjørt viðvíkjandi øðrum fiskasløgum, sum tí eru ovfiskað, sigur Finn Karlsen.

Eingin fanst at makrelinum
Finn Karlsen fegnast annars um, at eingin fanst at grønlendska makrelfiskarínum. Heldur ikki ES, sum áður hevur funnist hvassliga at Grønlandi, sum ikki er góðkent at vera strandarland, fyri at áseta sær 100.000 tons av makreli í ár, hevði nakra viðmerking um tað á ráðstevnuni í síðstu viku.    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129