Gongur illa at selja bygningar hjá kommununi

Gongur illa at selja bygningar hjá kommununi
Sølan hevur givið minst 19,5 milliónir minni enn ætlað
Hesin bygningurin, sum Tórshavnar kommuna eigur, hevur staðið leingi á sølulista
 
26.06.2014 - 08:16

Býráðið í Havn var í so bjartskygt, tá tað í fjør roknaði út, hvussu nógv kundi fáast fyri bygningar hjá kommununi, sum skuldu seljast, tí kommunan keypti bygningar frá BankNordik til umsitingina.

Sølan hevur givið minst 19,5 milliónir minni enn ætlað. 

23 mió. kr. meira í skatti

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at brúka 19,5 milliónir kr. til at fíggja ein part av undirskotinum á kontuni keyp og søla. Tórshavnar kommuna fekk 23 milliónir krónur meira í skatti og avgjøldum enn mett í fíggjarætlanina fyri 2013.Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtykt, hvussu tær 23 milliónirnar skulu brúkast.

Ein millión skal brúkast, so arbeiðið at skriva Havnar søgu kann halda fram. Hálvonnur millión fer til eitt sakarmál, sum kommunan tapti. Og slakar tvær milliónir fara til lønir og annað, nú umsitingin skal fyrireika yvirtøkuna av eldraøkinum og heimatænastuna á nýggjárinum.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659