Havnin fær 16-20 mió. kr. ov lítið til eldrarøkt

Havnin fær 16-20 mió. kr. ov lítið til eldrarøkt
Útjavningin kostar millum hálvt og heilt prosentstig í kommunuskattinum, sigur býráðið í høvuðsstaðarkommununi
 
26.06.2014 - 07:57

Býráðið í Havn sigur seg vera fyri vanbýti, tá landið fer at lata kommununum pengar fyri at taka við eldraøkinum og heimarøktini.

Í einari yvirlýsing sigur Tórshavnar býráð, at við tí fíggjarleisti, sum landsstýrið arbeiðir við, fer Tórshavnar kommuna at hava millum 16 og 20 milliónir krónur ov lítið til tær tænastur, sum longu eru nú. Harafturat verða fleiri tænastur og uppgávur lagdar á kommununa í sambandi við yvirtøkuna á nýggjárinum.

Útjavning kostar

Tilvitað fremur landsstýrið eina útjavning, sum kostar Tórshavnar kommunu millum hálvt og heilt prosentstig í kommunuskattinum, siga tey 13 fólkini í býráðnum í Havn.

Tórshavnar býráð krevur at fáa teir pengar, sum økini kosta, frá landinum, áðrenn økini verða yvirtikin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659