Almannaverkið oftast kært

Almannaverkið oftast kært
Løgtingsins umboðsmaður fekk 12 kærur um Almannaverkið í fjør
Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður.
 
01.07.2014 - 07:38

Almannaverkið og kommunurnar eru ovast á listanum við kærum til Løgtingsins umboðsmann.

Í fjør fekk Løgtingsins umboðsmaður 66 kærur, 12 vóru um Almannaverkið og níggju um kommunurnar. 

Oftast verður kært um vantandi innlit, 15 ferðir komu kærur um hetta í fjør.

Formansskapurin hjá løgtinginum fekk í gjár frágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2013.

Nógvar afturvístar 

Nakað fleiri kærur komu í fjør enn árini frammanundan.

44 kærur, 67 prosent, sum komu í fjør, vórðu afturvístar.

Umboðsmaðurin kannar tó allar kærur, eisini tær nógvu, sum verða afturvístar.

Í nøkrum førum hevur myndugleikin, sum er kærdur, boðað frá, at kanningin hjá Umboðsmanninum hevur gjørt, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð. 

Í øðrum málum vísir kanningin, at Løgtingsins umboðsmaðurin ikki heldur seg kunna hjálpa kæraranum.

62 avgerðir í fjør

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 62 kærur í fjør, 51 kærur, sum komu í fjør, og 11 eldri kærur. 

Tað tekur í miðal tveir mánaðir og 12 dagar at avgreiða eina kæru. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265