Arbeiðsloysi millum lærarar

Arbeiðsloysi millum lærarar
Nógvir skúlar hava ongantíð fyrr havt so nógvar umsøkjarar. Læraralesandi stúra fyri arbeiðsmøguleikum
 
08.07.2014 - 06:28

Nógv bendir á, at lærarar útbúgva seg til arbeiðsloysið. Fleiri fólkaskúlar siga, at teir hava ongantíð fyrr fingið so nógvar umsóknir til størvini, ið eru lýst leys.

Fyri nøkrum árum síðan var støðan, at tað var torført at fáa útbúnar lærarar til størvini í fólkaskúlanum. Nú er øvugt. 

Nógvir skúlar, sum Kringvarpið hevur tosað við, hava ongantíð áður fingið so nógvar umsóknir.

Í Klaksvík eru heilt nógvar. Skúlin á Ziskatrøð hevði tilsamans 8 størv leys, 45 søktu. 

Skúlin við Ósanná hevði 35 umsøkjarar til 5 størv.

 

Galdandi fyri nógvar skúlar

Aðrastaðni er søgan mest sum hin sama. Sankta Frans Skúli í Havn hevði 35 umsøkjarar til átta størv, og tað er nakað meira enn tey eru von við.

Í Runavík vóru eisini nakað meira enn tey eru von við har.

Í flestu førum eru fleiri av leysu størvunum tíðaravmarkað størv, har ein lærari longu er settur.

Viðkomandi skal søkja av nýggjum, hvørt ár, men er skúlin nøgdur við viðkomandi, vil hann í allarflestu førum vera favorittur til starvið.

 

Stúra fyri arbeiðsmøguleikum

Sólvá Poulsen úr Klaksvík er útbúgvin lærari um eitt ár. Hon sigur, at tað kom ávart á hana, tá hon hoyrdi, at so nógvar umsóknir eru til lærarastørvini:

- Eg má viðganga, at eg bleiv øgiliga kløkk, tá eg hoyrdi tølini.

- Men eg havi eitt ár eftir av útbúgvingini, og eg fari at brúka tað árið til at taka avgerð, um eg skal lesa víðari ella finna arbeiðið innan fyri okkurt annað øki, sigur Sólvá Poulsen.

Sólvá leggur afturat, at hóast nógv eru um boðið, so angrar hon ikki, at hon er farin undir læraraútbúgvingina.

 

Arbeiðsleysir lærarar:

Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelagi sigur, at felagið er fari at merkja til arbeiðsloysið millum limirnar. Talið á arbeiðsleysum limum var fjúrtan í fjør, men tað er helst hækkað í ár, sigur hann.

- Hetta er ein nýggj støða hjá okkum, men seinastu tvey árini hava vit merkt til arbeiðsloysið hjá okkara limum, sigur Jónleif Johannesen.

 

Fleiri orsøkir:

Jónleif Johannesen sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at tað nú eru nógv fleiri um lærarastørvini.

Eitt er, at læraraútbúgvingin í Føroyum hevur tikið munandi fleiri lesandi inn síðani í 2008.

Áðrenn 2008 var vanligt, at umleið 24 byrjaðu á læraraútbúgvingini á hvørjum ári. Síðani 2008 eru upp ímóti 40 byrjað.

Tað hevur við sær, at fleiri blíva liðug við útbúgving í mun til, hvussu nógv gevast í lærarastarvinum.

Ein onnur einføld orsøk er, at tað verða ikki líka nógv børn fødd, sum tað vórðu fyrr.

Triðja orsøkin er, at játtanin til Fólkaskúlan minkar, sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelagi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744