Ísraelsk álop í nátt

Ísraelsk álop í nátt
118 fólk eru deyð í Gaza-geiranum seinastu dagarnar av ísraelskum bumbuálopum.
 
12.07.2014 - 09:45

Ísraelsk hernaðarflogfør hava aftur í nátt kastað bumbur yvir Gaza-geiran. 13 fólk eru deyð av álopunum, skrivar Ritzau.

Stríðið í Miðeystri er harðnað síðan 12. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar vórðu tiknir til gísla á Vestara Áarbakka. Tannáringarnir vórðu funnir stutt eftir, men tá vóru tannáringarnir dripnir. Hamas er undir illgruna fyri at standa aftan fyri hesa atgerðina.

Ísrael hevur seinstu dagarnar kasta bumbur yvir Gaza-geiran, har Hamas hevur valdið. Samanlagt eru 118 fólk deyð í Gaza-geiranum av álopunum.

Hamas hevur svarað aftur við rakettálopum móti Ísrael. Men enn er ongin deyður av álopunum.

Bæði Egyptaland og USA hava heitt á partarnar um at steðga við álopunum. Men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ein vápnahvíld als ikki er á dagsskránni nú.

Ísraelskir myndugleikar váttaðu fríggjadagin, at teir fyrireika seg uppá at fara inn í Gaza við herðnaðardeildum. Hervognar eru fluttir til markið til Gaza, og 33.000 hermenn eru savnaðir til eina møguliga innrás.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327