Fleiri loyvi í dag og í morgin

Fleiri loyvi í dag og í morgin
Mánadagin sleppa onnur enn nótaskipini eisini eftir makreli
Føroyska makrelkvotan í ár er næstan 160.000 tons
 
16.07.2014 - 11:03

Aftur í dag og í morgin skrivar Vørn loyvi at fiska makrel. 

Higartil hava nótaskipini fingið loyvi at fiska makrel, og ísfiskatrolararnir í bólki tvey fingu síni loyvi í gjár.

Hini loyvini verða skrivað í dag og í morgin, verður upplýst á Vørn, sum nú umsitur makrelloyvini. Fyrr umsat Fiskimálaráðið loyviin. 

Higartil í ár hevur einki móttøkuskip søkt um loyvi at keypa og virka makrel, men onkur umsókn er komin um at taka í móti makreli á feltinum og sigla hann til lands.

Nótaskipini kunnu fiska nú, men onnur sleppa ikki at byrja fyrr enn mánadagin 21.juli.

Nú er ikki neyðugt hjá skipunum at fiska makrelin, meðan hann er í føroyskum sjógvi, tí avtalan millum strandarlondini um makrelfiskiskapin loyvir skipunum eisini at fiska makrel í norskum sjógvi, ES sjógvi og í altjóða sjógvi.

Tað gevur skipunum høvi til at fiska makrelin, tá hann er bestur.

Føroyska makrelkvotan er knappliga 160.000 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391