Sáttmáli um at smíða læknamiðstøð í Vestmanna

Sáttmáli um at smíða læknamiðstøð í Vestmanna
Læknamiðstøðin í Vestmanna skal vera liðug um tíggju mánaðir
Í mai næsta ár flyta kommunulæknin og tannlæknin í Vestmanna í nýggj høli
 
21.07.2014 - 10:21

Fríggjadagin gjørdi Vestmanna kommuna sáttmála við GAJ Smíð um at smíða læknamiðstøðina í Gørðum í Vestmanna.

Í løtuni verður stoypingin gjørd. 

Læknamiðstøðin verður 660 fermetrar, 330 fermetrar hvør hæddin.

Tannlæknin og kommunulæknin vera í ovaru hæddini, og niðara hæddin verður tøk hjá øðrum, sum hava áhuga at vera í læknamiðstøðini, sigur Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.

Læknamiðstøðin skal vera liðug 21.mai næsta ár. Hon kostar 6,5 mió. kr. og verður fíggjað yvir raksturin í øllum førum í ár og helst fer tað eisini at bera til næsta ár, sigur borgarstjórin.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744