Fyrra hálvár royndist væl hjá landskassanum

Fyrra hálvár royndist væl hjá landskassanum
Inntøkurnar av meirvirðisgjaldi og landsskatti eru væl hægri enn somu tíð í fjør, nú árið er hálvrunnið, staðfestir Fíggjarmálaráðið
Landskassin fekk umleið 12 prosent meira inn í meirvirðisgjaldi og seks prosent meira inn í landsskatti enn sama tíðarskeið í fjør
 
24.07.2014 - 15:11

Fyrra hálvár eru inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi umleið 12 prosent hægri samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Inntøkurnar frá landsskattinum eru umleið seks prosent hægri enn somu tíð í fjør.

Í fíggjarlógini fyri 2014 er innroknaður væntaður vøkstur í mun til í fjør, men eisini í mun til fíggjarlógina eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi og landsskatti hægri.

Heldur verandi gongd fram, tað ið eftir er av árinum, verða inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldi og landsskatti umleið 150 milliónir krónur hægri, enn sett er í fíggjarlógina fyri í ár, verður sagt í Fíggjarmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084