Flogbann yvir Bergen

Flogbann yvir Bergen
Løgreglan í Noreg hevur gjørt av at stongja loftrúmið omanfyri miðbýin í Bergen.
 
26.07.2014 - 17:38

Í Noreg ynskja tey fullkomið tamarhald yvir loftrúminum.

Í loftrúminum yvir Bergen hava eitt nú fleiri dronir verið, men tað ynskja tey ikki, nú óttin fyri eini yvirgangsatsókn gjørdist greiður hósdagin, tá løgreglan kallaði til tíðindafundar.

Flogbannið omanfyri miðbýin í Bergen fevnir tó ikki um sjúkraflutning, herðin og løgregluna.

- Hetta ávirkar tó ikki ferðafólkaflúgving, sigur samskiftisráðgevin hjá Avinor, sum stýrir stóran part av norsku flogfersluni.

Flogbannið verður galdandi í øllum førum inn til týsdagin, upplýsir samskiftisráðgevin hjá Avinor, Margareth Aske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006